CHANGE COLOR
  • Default color
  • Brown color
  • Green color
  • Blue color
  • Red color
CHANGE LAYOUT
  • leftlayout
  • rightlayout
SET FONT SIZE
  • Increase font size
  • Default font size
  • Decrease font size
.

Fuglafjarðar svimjifelag

Heim

HS kappingin hjá 1 liði

E-mail Print PDF


Kapping í Havn 13 feb 2010

HS skipaði fyri “Føstulávints Stevnu” leygardagin 13 feb 2010. Vit í FS vóru umboðaði við svimjarum úr 1. og 2. liðið.

 

Ikki kann sigast annað enn at tað gekk bara sera væl  hjá “okkara” svimjarum.

Pauli Ø. Mohr : Var teknaður til 4 kappingar. 50 frí (24.52), 50 firvald (27.91), 50 bringa (31.68) og 100 bringa (svam ikki). Pauli, sum hevur havt problemir við knøðunum og tí ikki hevur vant “optimalt” í eina tíð, svam nakrar “hampuligar” tíðir. Tvey 1. pláss og eitt 2. pláss(tað kappingina vann Jóhann), so fínastaslag.. Pauli er ein av teimum fáu “gomlu” svimjarunum sum eru eftir, og vit í FS eru glað fyri at hann heldur  áfram at venja.

Jóhann Heðinsson : Var teknaður til 4 kappingar. 50 frí (26.60-PB), 50 firvald (27.59), 100 frí (1:00.96) og 100 firvald (1:05.08). Jóhann svam bara heilt væl, hann er rættuliga “tungur” fyri tíðina, øll hendan “beinvenjingin” er rættliga hørð fyri hann, men svam so bestu tíð í 50 frí, vann 50 firvald, so alt í alt, ein fín kapping hjá honum.

Poula Ø Mohr: Var teknað til 4 kappingar. 100 blandað (1:08.55), 50 firvald (30.74–PB-), 100 firvald (1:09.14-PB) og 50 rygg (32.38). Poula, sum vit forbinda við rygg og frísvimjing, valdi ikki at svimja sínar “vanligu” kappingar. Vit satsaðu at fara eftir firvald til hesa kapping. Ikki kann sigast annað, enn at tað  gekk sera væl. Hon svam bestu tíðir í bæði 50 og 100 firvald, hon vann eisini sannførand í báðum. 0.25 sek, so er juniormetið títt í 50 firvald, 1.14 sek í 100. Ikki so galið tá man akkurát er byrjaður at venja til firvald. 100 blandað vann hon eisini sannførandi, 2. pláss í 50 rygg er eisini fínastaslag. So ein fín kapping, vann 3 kappingar og nr 2 í einari kapping.

Jóhanna Egholm: Var teknað til 6 kappingar. 50 frí (29.59), 100 rygg (1:14.13), 200 frí (2:17.43-PB), 100 frí (1:04.33), 50 bringa (39.54-PB) og 50 rygg (33.81). Jóhanna, sum kláraði seg væl í ryggsvimjing í RIG2010, valdi ikki at koyra so nógv eftir rygg hesuferð. Hon er ein svimjari sum kann svimja væl í øllum greinum, hesuferð fóru vit eftir 200 frí, og tað gekk fínt svam bestu tíð, í 50 og 100 gekk ikki akk sum vit ætlaðu, men fínar tíðir allíkavæl og nr 3 í 100 frí. Í 50 og 100 rygg fóru vit “bara” eftir plaseringum, eitt 2 og 3 pláss har, fínastaslag. Í 50 bringu svam hon bestu tíð. Ein fín kapping hjá Jóhonnu, eitt 2., tvey 3. Pláss.

Jonna B Thomsen: Var teknað til 4 kappingar. 100 rygg (1:13.19-PB), 200 frí (2:18.29-PB), 100 frí (1:04.77-PB) og 400 frí (4:47.22-PB). Jonna, er ein svimjari, sum kann svimja skjótt í øllum greinum, men sum er sterkast í teimum longru teinunum. Hesuferð fóru vit eftir 200 og 400 frí, og tað gekk fínastaslag. Bestu tíð í báðum, og eitt 2. pláss í 400 frí. Sum “upphiting” til hesar kappingar, svam hon 100 rygg, bestu tíð og 1. pláss, og 100 frí, bestu tíð. So ikki kann sigast annað enn at tað kundi ikki gerast nógv betri. Næstuferð taka vit kanska 800 frí eisini.

Anna Larsen: Var teknað til 5 kappingar. 50 frí (31.95-PB), 100 blandað (1:20.97-PB), 100 frí (1:08.92-PB), 50 bringa (39.21-PB) og 100 bringa (1:28.36-PB). Anna, sum var sjúk upp undir kappingina, er sterkast í bringusvimjing, men eisini ein fínur frísvimjari. Í 50 og 100 frí svam hon bestu tíðir við uml 1 sek.. 100 blandað var sera góður, besta tíð við uml. 6 sek., 50 og 100 bringa var í sama “avsnitti”, eitt sindur løgi, men har svam hon bestu tíðir í báðum. Samanumtikið ein fín kapping, 5 kappingar og 5 PB.

Sunnleyg Eliasen: Var teknað til 5 kappingar. 50 frí (31.32-PB), 200 frí (2:26.02-PB), 100 frí (1:08.38-PB), 50 bringa (40.20-PB) og 100 bringa (1:26.08-PB). Sunnleyg er frísvimjari, sum eisini kann svimja bringu. Til hesa kappingina svam hon nakrar fínar 50, 100 og 200 frí, bestu tíð í øllum trimum. Í bringusvimjingini aftaná døgura gekk eisini gott. 50 og 100 bringa við bestu tíðum, og eisini eitt 3. pláss í 100 bringu. Ein fín kapping við 5 PB og einum 3. Plássi.

Eyðrið Hansen: Var teknað til 6 kappingar. 50 frí (34.54.PB), 100 blandað (1:27.08-PB), 50 firvald (41.08), 100 frí (1:15.48-PB), 50 bringa (44.53) og 100 bringa (1:34.64-PB). Eyðrið, sum er bringusvimjari, hevði eitt fínt vikuskifti. Hon hevur altíð svomið bringu til kappingar, men hetta vikuskifti svam hon eisini frí, og tað gekk ikki so galið, bestu tíð í 50 og 100 frí. 50 firvald og 100 blandað uppá sama máta, bestu tíð. Í bringusvimjingini aftaná døgura, tunnusláttur og SMS gekk ikki so galið heldur. 50 bringa manglaði eitt sindur, men so kom 100 bringa, har var hon flúgvandi, bestu tíð. Fínastaslag hjá Eyðrið, 6 kappingar og 4 PB.

Eitt fínt vikuskifti hjá 1. liðið. Nógvar forbetringar og nógv yvirraskilsir. Nú er bara at halda áfram við at venja og venja, so koma úrslitini næstan av sær sjálvum.

 
 

Álmanakkin

<<  Sep 2010  >>
 M  T  M  H  F  L  S 
    1  2  3  4  5
  6  7  8  9101112
13141516171819
20212223242526
27282930