Føstulávints- svimjikapping í Tórshavn 13/2-2010
Hetta vikuskiftið var føstulávingtskapping á skránni hjá okkara svimjarum.
Leiðin gekk suður til Havnar fríggjakvøldið, har vit skuldu búgva í Eysturskúlanum.
Og sjálvandi høvdu vit tikið sjónvarp við, so vit kundu kikka X-Factor og eta vaflur afturvið jum-jum. Eftir X-Factor var klárt at fara í soviposarnar, men genturnar høvdu bara ein trupulleika..... SPØØØØKILSI á wc-inum....UUUHhhuuu.
Gott at spøkilsið bert býr á wc-inum og ikki er í skúlastovunum, so tær kundu fáa ein góðan blund í eygað til kappingina leygardagin.
Leygarmorgunin byrjaði upphiting kl 7.30 og kapping kl 9.00.
Og ikki kann sigast annað enn at tað gekk væl hjá 2.liði fyrrapartin.
Tey svumu millum 3 og 4 kappingar ípart + liðsvimjing.
Øll skuldu fyri fyrstu ferð svimja 200m frí til kapping, og spennandi var at vita, hvat tey fóru at klára.
Hesa tíðina skal 2.lið brúka til at svimja pace í venjingunum framyvir, og hvør veit kanska vit fara at fáa ein langteinara efitr kappingina í Havn Klokkan 12 var døgurði á skránni:
Karrybollar við rís og grønnmeti MMMmmmmm....og so út at sláa tunnu.
Øll fingu nógv bomm ípart, tá botnurin datt úr tunnunum. Svimjarirnir vóru sera troyttir eftir tunnuslátturin, so teir fóru bara í kavingarhylin fyri at vakna áðrenn upphitingin byrjaði aftur kl 14
Man merkti á flestu svimjarunum at tey vóru vorðin troytt til seinna partin av kappigni í dag.
Men Rakul og Uni høvdu tó eitt sindur eftir í sær til bringu-svimjingina. Bæði svumu til bestu tíð í bæði 50m og 100m.
Øll svumu millum 2 og 3 kappingar + liðsvimjing.
Samlaða úrslitið av kappingini hjá 2.liði var sera gott og onkur av teimum kom fram til, at tey duga eisini at svimja longri teinar.
Durita svam sína bestu tíð í 50m frí (36,68), í 100 rygg (1.36,37), í 100m blandað (1.42,48) og í 100m frí (1.28,62).
Durita hevur higartil havt eitt gott svimjiár, við nógvum forbetringum í serliga frí og rygg, sum eru hennara bestu greinar. Men hon hevur eisini góð evnir í bringu og firvald, so hon hevur nógv kort at spæla uppá.
Helgi svam eisini sína allar bestu tíð í 50m frí (35.90).
Harafturat svam hann nær við sína bestu tíð í 100m frí, sum er 1.24,17.
Hetta er triðju ferð hann svimur 1.24, so nú man hann skjótt fara undir hesa tíðina, tí evnini í frí svimjing eru eins og í rygg sera, sera góð. Í 200m frí svam hann 3.03,50, sum var skjótast av øllum svimjarunum á 2.liði.
Steinar svam fyri fyrstu ferð 50m firvald. Tíðin hjá honum bleiv til 53,73, sum er ein heilt góð tíð hjá honum, tí hann er akkurát byrjaður at venja nógv firvald, so har fara heilt sikkurt nøkur sekund at rúka av tíðini seinni í ár.
So er at leggja afturat, at 2.lið hevur endiliga fingið ein firvald-svimjara, sum kann vera eitt gott kort til blandað liðsvimjingarnar.
Bjørt svam sína bestu tíð í 50m frí (37.09) og hon nærkaðist hvørja ferð málinum hjá sær, sum er at klára bronsunálina í hesi grein.
Bjørt hevði bestu tíð av gentunum á 2.liði í 200m frí, so hetta fer avgjørt at vera hennara ser-grein til næstu kapping.
Rannvá hevði eisini ein góðan dag, sjálvt um hon hevur verið eitt sindur forkølað í seinastuni. Hon hevði bestu tíð í 50m frí (40.65), 100m rygg (1.46,37) og í 100m frí (1.35,50).
Rakul hevði ein sera góðan dag og svam bestu tíð í øllum greinum.
Hon legði hart út í 50m frí og svam 37.12, sum er fyrstu ferð at hon fer undir 39 sekund. Í 100m frí svam hon eisini sína bestu tíð 1.28,83. Í bringu svam hon somuleiðis bestu tíð í bæði 50m (50,15) og 100m (1.52,19), har málið eisini var at koma undir minuttin.
Uni, sum er nýggjur í svimjing, yvirraskaði øll í dag, og svam góðar tíðir og fekk alt tað tekniska upp á pláss, sum vit hava vant í seinastuni í frí og bringu. Í 50m frí hevði hann tíðina 36,20 sum er hansara klárt besta tíð. Í 50m bringu svam hann 53,05 og 100m bringu 1.53,33.
Nú tá tað tekniska er komið uppá pláss, so fer hann sikkurt at skava nøkur sekund av hesum tíðinum til tær komandi kappingarnar, so spennandi verður at fylgja við.
Øll svumu 200m frí fyri fyrstu ferð í dag og tað gekk væl hjá øllum, tí málið var at fara útí og fáa eina tíð, sum kundi brúkast til venjingarnar fram yvir. Flest øll løgdu sera, sera, sera varliga út og høvdu ein góðan spurt heim teir síðstu 50 metrarnar.
Helgi hevði tó sett sær fyri at tora at leggja hart úr og samanumtikið hevði hann bestu tíð av teimum á 2.liði. Bjørt yvirraskaði seg sjálva í hesi kapping og kom fram til, at hon tímir nógv betur at svimja 200m frí enn 50m, so endiliga hava vit fingið ein langteinara á 2.lið.













